Vit hava fingið Jan Ottosen at meta um dystin í Elektron-deildini millum Kyndil og VB, sum verður leiktur í dag kl. 14.30
Jan Ottosen:Dysturin í dag millum Kyndil og VB, kann kallast fyri ein top dystur, og ein "udskillingskamp". Vinnur Kyndil, so hevur VB ein sera langan veg til FM finalurnar, men vinnur VB, so eru tær heilt við í dystinum um FM plássini. Sterkasta vápnið hjá Kyndli er heilt vist verjan, tær hava havt eina góða byrjan uppá hetta kappingarárið, so um tær skulu halda fast um góðu gongdina til seinnu hálvu, so eru tær noyddar at vina dystin í dag.Fyri VB er hetta ein dystur, sum tær skulu vinna, fyri at halda dreyminum um at koma í FM finalurnar, tær føldu seg eitt sindur snýttar á heimavølli tá Kyndil vitjanði, so munnu tær hjá VB ikki vera eyka uppsettur til dystin í dag - og vísa at tær kunnu fáa okkurt heim frá Kyndli. Dysturin kann blíva eitt sindur av hvørjum, eg meti at dysturin verður sera javnur, avgerðin fellur ikki fyrr enn seinastu 10 min.
Hvønn veg hann fer, kemur at fella uppá. hvørt av liðnum er kaldari tá ið á stendur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald