JN

Jan Laursen skal venja U17-genturnar

...

2014-02-16 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað verður Jan Mølvad Laursen, ið skal standa á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við gentum. Avtalan millum FSF og Jan er galdandi í eitt ár.

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Jan Mølvad Laursen um at standa á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við gentum. Avtalan millum FSF og Jan er í fyrstu atløgu galdandi í eitt ár.

- Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg fái møguleikan at arbeiða við nøkrum evnaríkum leikarum, og vónandi kann eg vera við til at menna føroyskan kvinnufótbólt, sigur Jan Mølvad Laursen, ið seinastu árini hevur verið venjari hjá FC Hoyvík og felagsliðnum, Giza/Hoyvík, men sum nú skal royna seg sum landsliðsvenjara.

U17-liðið við gentum hevur tvær spennandi kappingar fyri framman í 2014. Í apríl skal liðið taka lut í UEFA-minikapping í Norðurírlandi, og í september verða Føroyar vertir fyri EM-undankapping, tá føroyska U17-landsliðið á heimavølli skal royna seg ímóti Noregi, Italia og Grikkalandi.

- Saman við Báru Klakstein, ið heldur fram sum hjálparvenjari, hava vit sett okkum sum mál at menna einstøku leikararnar, ið samstundis kann hava við sær, at liðið eisini verður betri, sigur nýggi U17-landsliðsvenjarin, Jan Mølvad Laursen, ið hevur UEFA B-venjaraútbúgving.

Fyrsta landsliðssamling við nýggja venjaranum verður leygardagin 22. februar.


Bára S. Klakstein og Jan Laursen - Mynd: Petur Simonsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder