Ítróttur

Jan er nú eisini landsliðvenjari í strandarhondbólti

...

2014-05-17 17:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jan Ottosen, sum var settur sum landsliðvenjar ií hondbólti hjá Australia í juli 2013, er nú eisini settur, sum landsliðvenjari hjá kvinnunum í Australia í strandarhondbólti. Tað hendi fyri 11 døgum síðani.

Kvinnurnar hjá Australia, skulu til HM í Brasil 22-27 juli í ár, Jan sigur at Australia er eitt sindur aftanfyri tey bestu liðini, men kvinnurnar eru sera arbeiðssamar og stríðast fyri at fáa eitt gott úrslit.

Tá ið vit spurdu Jan hvussu honum dámar í Australia, sigur hann, at landið er heilt fantastisk, tað eru nógv fitt og hjálparsom fólk, líka sum í Føroyum. Tað er bara nógv heitari her, sjálvt um at vit hava vetur skjótt, so er tað heitari, enn tá ið besta veðrið er í Føroyum.

Vit spurdu Jan eisini um hann leingdist til Føroyar. Hann sigur, at tað er ikki veðrið hann leingist mest eftir, men hann hevði tað sera gott í Føroyum, og tað eru nøkur fólk hann heldur sera nógv av, sum hann gjarna vil sleppa tættari uppá aftur, men man veit ikki hvat framtíðin hevur at bjóða.

Australia er í stórari menning innanfyri hondbólt, sjálvt um tað er ein lítil ítrótt í Austalia, so eru bæði mennirnir og kvinnurnar við í HM, bæði í strandarhondbólti og vanligum hondbólti.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder