Vinna

J&K Petersen lægsta boð upp á brúgv um Klingruna

...

2013-10-17 22:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
LISITATI??N: Ein brúgv skal gerast á Innkomuvegnum, sum skal ganga um Klingruna beint norðan fyri býlingin Millum Gilja. Í dag, var lisitatión á Landsverki. Lægsta tilboðið eigur J&K Petersen, sum vil gera arbeiðið fyri slakar 6.7 mió. krónur.

Undir lisitatiónini á Landsverki í dag gjørdist greitt, at J&K Petersen eigur lægsta tilboðið at gera eina brúgv um Kringluna í sambandi við Innkomuvegin til Havnar.

Tvær fyritøkur lótu inn tilboð upp á arbeiðið. Umframt J&K Petersen, sum vil gera arbeiðið fyri 6.666.913 krónur, kom tilboð frá Articon, ið ljóðar upp á 8.963.012 krónur.

Landsverk fer nú at taka støðu til tilboðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder