2015-05-01 03:58
Tórshavn.fo skrivar: Borgarstjórin helt røðu í dag í ??strøm, nú J&K helt 40 ára føðingardag. Hann legði fyri við at siga, at J&K seinastu mongu árini hevur verið ein av sera góðu samstarvspartnarunum hjá Tòrshavnar kommunu.
- Tá eg var biðin um at siga nøkur orð , var tað fyrsta, sum rann mær til hugs, hetta at byggja. Men ikki bara í tí einføldu merkingini at grava, stoypa, tekna, smíða og klæða fyri at velja nøkur av orðunum. At byggja merkir jú at okkurt nýtt tekur skap - og í nógvum førum at okkurt gamalt má víkja.
- Vit sættast ikki við at tingini standa í stað. Vit vilja framá og tað ger seg galdandi í øllum lívsins og samfelagsins viðurskiftum. Vit vilja byggja. Byggja bý, byggja land og byggja samfelag.
- Hóast tit halda 40 ára dag í dag, so skilji eg, at søga tykkara gongur heilt aftur til tíðina beint eftir seinna kríggj. Nú vóru tit á Sandoynni so ótrúliga tíðliga við koyrivegi millum bygda, langt frammanfyri flestu aðrar oyggjar.
- Sama er galdandi fyri tykkara virki, sum keypti fyrsta lastbilin longu í 1948 - síðan varð koyrt fyri kommunur og ferðafólkaflutningurin varð røktur heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárunum.
- Tá byrjaði virksemið hjá felagnum J & K Contractors, sum í dag heldur 40 ára føðingardag. Tað vóru brøðurnir John og Kristian Anfinn, sum tóku við eftir pápan, og haðan stavar styttingin J&K. Og síðan er felagið vorðið kent sum ein tann mest umrøddi entreprenørurin í landinum.
- Tórshavnar kommuna hevur havt eitt avbera gott samstarv við J&K seinastu mongu árini - í løtuni eru ikki færri enn trý arbeiði saman við J&K í gongd - eystara síða á Tórsvølli, brúgvin um Sandá og nú eisini fótbóltsvøllur í Hoyvík saman við útstykkingini Oman Gil.
- Frammanundan hevur J&K avhent fleiri stórarbeiði til kommununa, eg kann nevna annað og triðja stig av vinnuøkinum á Skarðshjalla, tyrvingarplássið í Húsahaga, sambindingarvegin Klingruna og útstykking í Hoyvíkshaganum suður. ??ll sera væl frágingin arbeiði.
- Vit hava altíð havt og hava framvegis eitt gott samstarv millum okkara fólk á teknisku deild og fólkið hjá J&K. Petersen. Tó so - mann kann altíð vera ósamdur um onkrar tekniskar detaljur, treyðugt so.
- Stein Olvur, sum er triðja ættarlið, sum leiðir J&K, hevur roynst sera jaligur at samarbeiða við. Tendringin er góð og hann kann renna uppiundir loftinum eina løtu, men hann er sera skjótur niðuraftur, og hann hevur skopuningum líkt tey avbera góðu evnini at duga at vera sjálvironiskur og at flenna at sær sjálvum!
- Eg fari at nýta høvið at takka Stein Olvi fyri eitt avbera jaligt og gott samstarv.
- Tit hava upplivað ein rívandi útvikling seinastu 25 árini. Dótturfelagið J&K Betong er veitari um alt landið, tit vóru fremst og fyrst við dýpingaramboðum - og tit hava eisini átikið tykkum stórar uppgávur uttanlands.
- Eg skilji eisini, at eigarasamansetingin er broytt, men at navnið er og verður óbroytt. Vit í Tórshavnar kommunu fegnast sjálvandi eisini um, at tit seinastu 15 árini hava valt at hava høvuðsskrivstovu á Hjalla, og at ein stórur partur av tykkara mongu starvsfólkum búleikast í høvuðsstaðnum.
- Ein partur av orsøkini til tað góða samstarvið er, at núverandi leiðsla í Tórshavnar kommunu framum alt annað roynir at lívga um føroysku fyritøkurnar.
- Skulu vit menna býin og skal býurin standa seg í kappingini, so er einki meira neyðugt enn trygg arbeiðspláss, tí tey eru grundarlagið undir allari aðrari menning.
- Sum borgarstjóri er tað mín fremsta uppgáva: Havnin skal vera betur á øllum økjum enn hon var, áðrenn vit tóku við. Ikki tí, tað er eingin løtt uppgáva.
- Vit liva í einari torførari tíð við nógvum avbjóðingum. Ungdómurin hevur frítt val á øllum hyllum í einum globaliseraðum heimi, samstundis sum vit í Føroyum kunnu spegla okkum í vælferðarsamfeløgunum rundanum okkum.
- Uppgávan er líka torfør, sum hon er týdningarmikil.
Heim, arbeiði og børn eru kjarnuvirðini í býnum, men avbjóðingarnar eru fleirfaldar, skulu vit standa okkum í náðileysu alheims kappingini.
- Vit skulu hava ein fjølbroyttan húsamarknað, eina sterka almenna tænastu og ikki minst eitt kappingarført og ríkt vinnulív.
- Tit í J&K Petersen vita um týdningin av tí góða og sunna fundamentinum. Uttan sterkt grundstøði er vakri klædningurin til fánýtis.
- Tað, at tit í dag fylla 40 ár vitnar um eina fyritøku, sum stendur á sterkari hellu - hetta sunna grundstøðið, vitanin og kappingarførið hevur verið Havnini til stórt gagn. Og tit hava sanniliga tikið tykkara tørn í arbeiðnum at menna Havnina okkum øllum at gagni.
- Tit hava verið við til at geva ungum familjum tak yvir høvdið, tá ið tit stykkjaðu út í Hoyvíkshaganum. Betrað um havnaviðurskiftini í fleiri førum, umbygt Landssjúkrahúsið, tit geva áskoðarunum á Tórsvølli lívd og tit hava sjálvandi ábyrgdina av at tryggja undirstøðið undir Marknagilsdeplinum.
- Og beint nú gera tit ein gamlan dreym til veruleika við brúnni um Sandá. Eitt risa projekt, sum fer at bøta almikið um ferðsluna í býnum og sambandið millum Argir og Havnina. Tit knýta Havnina saman,
og hon verður eitt satt prýðið fyri Havnina og allar Føroyar.
- Áðrenn eg rundi av skal eg líka nevna, at ein maður hevur verið við frá fyrsta degi - hann var eftir øllum at døma fyrsti maður, ið varð settur í starv í felagnum. Tað er sera sjáldsamt nú á døgum, at fólk eru so leingi í sama starvi - og orsøkin kann væl ikki vera onnur enn hon, at fólk trívast.
- Jógvan Lamhauge hevur gjørt nógv ymiskt sum arbeiðsmaður, men seinastu nógvu árini er hann vorðin serfrøðingur innan boring, og hevur nú í nøkur ár arbeitt við nýmótans borivogni við øllum hentleikum.
- Hetta er stór broyting í mun til fyrr, tá Jógvan mátti standa úti í øllum veðri við tí útgerð, sum nú einaferð var til taks tá.
- Mangan var hetta ikki heilt vandaleyst arbeiði, tí spreingiløðingar kundu verða eftir í onkrum holum, sum hann skuldi bora í.
- Jógvan hevur sett síni spor nógvastaðni runt landið og verið við til nógvar av kendastu verkætlanunum, t.d. leingjanini av flogvøllinum og í sambandi við undirsjóvartunnlarnar, har hann m.a. hevur víst síni einastandandi evni at laða við tunnilsmunnarnar.
- Og so hevur Jógvan verið og er framvegis við í týðandi verkætlanum her í Tórshavnar kommunu, sum t.d. nú við brúnna um Sandá, sum fer at verða høvuðspulsæðrin, sum bindir saman Havnina og Argir.
- At enda kann eg staðfesta, at týdningurin av J&K Petersen fyri Havnina kann ikki yvirmetast. Sum borgarstjóri livi eg av mínum hugsjónum og dreymum fyri býin og kommununa.
- Summar av visiónunum eru mínar, flestar verða veruleiki í toyminum hjá okkum á Vaglinum. Men tá spakin skal setast í og tankar gerast til veruleika hava vit tørv á tykkara fakligheit, royndum og áræði.
- Og sum eg mangan havi sagt og sigið tað aftur - at hevur Havnin tað gott, so hava allar Føroyar tað gott.
- Eg fari tí at enda við enn einaferð at takka tykkum øllum, sum varða av J&K-fyritøkuni, fyri avbera góða og positiva samstarvið, og ynskja tykkum blíðan byr framá í vón um eina áhaldandi góða og hepna samvinnu, segði Heðim Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann beyð stjóranum Stein Olvi Petersen og Jógvani Lamhauge upp til eina gávu frá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald