JN

Jákup Olaf settur sum samskipari á Loftinum

...

2014-09-01 22:58 Author image
placeholder

Vága kommuna hevur sett Jákup Olaf Johannesen sum samskipara á ???Loftinum???, har frítíðarvirksemi er fyri ung. Eisini skal hann stuðla teimum eldru í kommununi at vera virkin sum longst.

Jákup Olaf er uppvaksin í Sandavági. Hann hevur verið í útlegd í nøkur ár, men flutti síðsta summar aftur á klettarnar. Hann hevur útbúgving innan sport managment (ítróttarleiðslu). Meðan Jákup Olaf var niðri, var hann formaður í føroyingafelagnum í Aarhus, har hann millum annað syrgdi fyri, at føroyingar høvdu nøkur tiltøk at koma til. Í løtuni arbeiðir hann eisini sum samskipari hjá 07 Vestur.
Arbeiðssetningurin á ???Loftinum??? er:

Fyri tey ungu:
Tey, sum koma á ???Loftið???, skulu kenna, at tey eru virðismikil fyri oynna. Tey skulu hava tað stuttligt og føla ein tryggleika at koma har, men eisini føla, at tey verða hoyrd. Tey skulu aktiverast soleiðis, at tá ið skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, tað veri seg úti ella inni, so eru tað tey ungu, sum skulu fremja tiltøkini og hava eina kenslu av, at hetta havi eg skapt....

Fyri tey eldru:
Tey eldru skulu hava møguleika at koma saman til hugnaliga samveru og at vera virkin sum longst. Ikki skal vera neyðugt hjá fólki at sita einsamøll heima, hóast tey eru komin nakað upp í árini. Skipast skal fyri ymsum tiltøkum, sum tey eldru ynskja, og í mest møguligan mun skipa fyri sjálvi. Hædd skal takast fyri, at áhugin er ymiskur hjá teimum eldru.

Kelda: Vága kommuna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder