KVF:FO 35 prosent av makrelinum kann fiskast í norskum sjógvi, og tað gevur ein hægri prís fyri makrelin
Føroyska makrelkvotan er trífaldað, eftir at Føroyar, ES og Noreg hava gjørt semju um makrelin fyri næstu fimm árini.
Feitari fiskur gevur hægri prís
Umleið ein triðingur, 35 prosent av makrelinum kann fiskast í norskum sjógvi. Tað gevur størri møguleikar fyri at fáa hægri prís fyri fiskin, tí royndirnar vísa, at makrelurin er væl fyri, tá hann um heystið er at fáa í norskum sjógvi.
Jakob Vestergaard segði í samrøðu við útvarpið klokkan tíggju morgun, at hann er væl nøgdur við avtaluna um makrelin.
Føroyar fáa 156.000 tons
Fiskimálaráðið upplýsir, at Føroyar, ES og Noreg hava lutfalsliga býtt makrelin, so Føroyar fáa 14,93 %, ES 58,40 % og Noreg 26,67 %.
Londini hava gjørt av at býta 84,40 % av samlaðu kvotuni, sum er sett til 1.240.000 tons.
Av henni fáa fáa Føroyar 12,60 prosent, sum er 156.240 tons.
Restin, 15,60 prosent er sett av til onnur lond, Ísland, Grønland og Rusland.
Umsitingarætlan skal gerast
Semja er eisini um at gera eina umsitingarætlan fyri tey fimm árini, sum semjan hevur gildi. Og hon skal gerast við støði í tilráðingini frá ICES.
Og partarnir skulu eisini gera semju um veiðu av makrelinum í sjóøki hjá hvørjumøðrum,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald