2021-04-18 18:16
Fyrr í hesari vikuni kom svartkjafturin í føroyskan sjógv, og føroysku skipini hava havt góðan fiskiskap síðani.
Gøtnues kom á Tvøroyri fríggjamorgunin. Í nátt komu Finnur Fríði og Arctic Voyager á Tvøroyri. Arctic Voyager landaði sína last har, meðan Finnur Fríði landaði ein part at lastini har. Finnur Fríði skal landa restina til Havsbrún í Fuglafirði.
Í løtuni landar Fagraberg til Havsbrún, Høgaberg, Borgarin og Norðingur biða eftir tørni í Fuglafirði at sleppa at landa.
Vit hava sett okkum í samband við landstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í kvøld. Jacob sigur við jn.fo, at hann og hansara fólk í fiskimálaráðnum fara beinavegin, tá ið tey komu til arbeiðis í morgin, í gongd við at gera eina kunngerð, sum loyvir svartkjaftaskipunum at landa uttanlanda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald