Vinna

J. P. Gregoriussen sýnir fram tekningar á Býarbókasavninum

...

2015-04-15 22:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

J. P. Gregoriussen sýnir fram tekningar á Býarbókasavninum 17. apríl ??? 1. juni

J.P. Gregoriussen ella Palli Gregoriussen, sum hann ofta verður nevndur, er føddur í Havn í 1932 og útbúgvin frá Kunstakademiets Arkitektskole í 1960. Hann er best kendur sum arkitektur og fyri sínar tiltiknu ???strikur???, sum í nógvum førum og á ymiskan hátt hava sett sítt eyðkenni á býarmyndina í Havn. Men eisini hevur Palli virkað sum listamaður og hevur mangan havt tekniblokkin við sær á ferð bæði úti og heima.

Á framsýningini eru tekningar úr Havnini , ið Palli hevur teknað í tíðarskeiðnum 1994-2000.

Tekningarnar lýsa á hugnaligan hátt sermerktu og einstaklingakendu byggilistina í Havn. Gamalt og nýtt hvørt um annað, stundum hvørt fyri seg, men ofta samantvinnað í eina natúrliga og spennandi eind.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 17. apríl kl. 16 og er at síggja til 1. juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder