JN

Íverksetarahúsið boðið við til rástevnu hjá Mandag Morgen

...

2013-11-19 21:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv:

Íverksetarahúsið boðið við til rástevnu hjá Mandag Morgen!

Tað er í samband við eina spennandi ráðstevnu um innovatión og íverksetan í

fólkaskúlanum, sum verður hildin í Keypmannahavn fríggjadagin í hesu

vikuni.

Saman við Norðurlendska Ráðharraráðinum arbeiðir Mandag Morgen við at

kortleggja hvussu arbeitt verður við íverksetan í teimum norðurlendsku

fólkaskúlunum. Íverksetarahúsið er í tí sambandi boðið við til at leggja fram

sínar royndir og hugleiðingar um evnið. Orsøkin til tað er, at Íverksetarahúsið

síðani 2010 hevur skipað fyri íverksetarakappingini SkúlaFM millum

fólkaskúlar við framhaldsdeild.

Higartil hevur tað hylnast so mikið væl, at síðani byrjan hava heili fýra skúlar

sett íverksetarabreytir á stovn. Hesir skúlarnir, umframt aðrir skúlar, sum

brúka verkætlannarvikur o.a. til frálæru í íverksetan, kappast á hvørjum ári

um SkúlaFM. Seinastu trý árini hevur Norðurlandahúsið verið karmur um

sjálva finaluna, har tey bestu hugskotini í teimum ymisku skúlunum verða

løgd fram á eini stórari finalu fyri áleið 400 áskoðarum. Fjórða SkúlaFM

finalan verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. Februar 2014, og

tiltakið er ókeypis og alment.

Ráðstevnan verður hildin á Frederiksberg Ny Skole í Keypmannahavn

fríggjadagin 22. Nov.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder