Vinna

Italska ENI krevur Statoil eftir 60 mia. kr.

...

2013-11-10 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein av søgunum, sum setir tær stóru yvirskriftirnar í norskum miðlum í hesum døgum er endurgjaldskravið hjá italska oljufelagnum ENI móti norska Statoil uppá 60 mia. kr. Sambært ENI hevur Statoil tikið 50% í yvirprísi fyri søluna av gassi til Italia.



Stjórin í ENI, Paolo Scaroni sigur sambært Dagens Næringsliv, at felagið einki annað val hevur enn at leggja sak móti Statoil. Avtalan millum Statoil og ENI er frá 1997 og har verður prísurin á gassinum fastsettur eftir oljuprísinum á marknaðinum. Og síðani tá er gassprísurin vaksin minni enn oljuprísurin.
Bæði russiska Gazprom og algeriska Sonatrach hava lækkað gassprísin í líknandi dialogi við ENI, men Statoil hevur ikki viljað tosað um prísin, tað skrivar oljan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder