2014-12-16 19:01
Íslendsku skipini Jón Kjartansson og Hoffell, sum hava verið á føroyagrunninum, har tey hava roynt eftir svartkjafti, hava krokað ávikavíst í Klaksvík og í Havn teir seinastu dagarnar. Í nátt loystu tey og settu kós móti Íslandi, eisini Børkur, sum hevur verið til umvælingar í Fuglafirði er ávegis til Ísland, so skipini eru helst givin at veiða fyri í ár.
Nøkur russisk skip royna undir Føroyum, 2 sunnanfyri og 3 norðanfyri. Føroysku skipini Fagraberg og Slættaberg royna eftir svartkjafti sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald