Vinna

Íslendskir fiskimenn sleppa, men føroyskir fiskimenn sleppa ikki

...

2021-06-24 20:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í farnu viku stóðst mikið rumbul av, at Finnur Fríði umframt sína egnu veiðu hevði tikið ímóti makreli frá Trónda í Gøtu og Gøtunes á feltinum, fyri at spara siglitíð (Olju), teir royndu eftir makreli norðanfyri, og tá ið fiskað verður í altjóða sjógvi á 65N ella longuri norði, tá er siglitíðin til Føroyar eitt gott døgn, og sjálvandi líka langt aftur á feltið.

Tað endaði við, at skiparin á Finni Fríða fekk bót og hinir skipararnir fingu sektaruppskot.

Jákup Vestergaard landsstýrismaður, segði beinanvegin at tann forðingin skuldi fáast burtur, men enn er einki hent.

Sildarvinnslan í Neskaupstaði skrivar í dag:

Samarbeiða um makrelfiskiiskapin - tey fyrstu tonsini av makreli eru komin umborð.

Tey skipini, ið landa makrel til Sildarvinnsluna í ár, fara at samarbeiða um fiskiskapin, eins og tey gjørdu seinasta ár. Tað eru 4 skip - Beitir, Børkur, Bjarni ??lafson og Vilhelm ??orsteinsson.

Samarbeiðið er, at skipini pumpað makrelin umborð á eitt skip, sum so siglir til lands at landa, skipini skiftast at taka ímóti. Samarbeiðið hevur nógvar fyrimunir, t.d. oljusparing og meira tíð á feltinum. Eisini er veiðan nýggjari tá íð landað verður.

Men tað kunnu føroyingar ikki - nær ella um tað verður er enn ógreitt - eingin oljusparing.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder