2015-12-01 22:10

Íslendska uppisjóarskipið MARGRET (EA 710) kemur í føroyska flotan. Tað er eitt felag í Fuglafirði, sum hevur keypt skipið, sum nú riggar til at fara á svartkjaftaveiðu.
MARGRET kom á Fuglafjørð fyrr í vikuni, teir hava síðan rigga til, at fara á svartkjaftaveiðu.
Tað er eitt felag hjá Annfinn Olsen, sum hevur keypt skipið, vit hava roynt at ringt til Annfinn Olsen, fyri at fáa tíðindini váttað, men vit hava ikki fingið fatur í honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald