2015-06-09 13:50
Íslendsk skip hava fiskað 152.000 tons av svartkjafti í ár, sum er góð 70% av samlaðu svartkjaftakvotuni - sum í 2015 er 215.000 tons.
Meginpartin hava tey íslendsku skipini fiskað í føroyskum sjógvi.
Beitir NK-123 hevur fiskað mest, teir hava landað 15.791 tons, á øðrum plássi kemur Vilhelm ??orsteinsson EA-11, sum hevur fiskað 15.695 tons, tað skrivar íslendska Fiskivinnustovan.
Nú gera íslendsku skipini klárt at fara á makrel og sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald