Vinna

Islendsk, norsk og føroysk skip liggja øll á somu leið

...

2013-10-09 02:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroysku makrel- og sildadaskipini royna øll eystur ímóti norska markinum á uml. 64N og 1V, har hava eisini verið nøkur íslendsk skip, eystanfyri markið eru fleiri norsk skip.

Vit vita ikki hvussu fiskiskapurin hevur verið, men tað hevur ikki verið nakað rok, tí annars hevði onkur silgt inn við last.

Sagt verður frá nógvum vindi høgt - í nátt og í morgin. Tá plaga bæði makrelurin og sildin at blíva burtur, tað tekur so nakrar dagar, áðrenn fiskurin samlast aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder