2013-08-18 19:23
Eitt tað størsta og mest framkomna línuskipið norrmenn eiga er nú selt til Íslands, tað skrivar heimasíðan fjt.no.
Tað er íslendska felagið Samherji hf, ið hevur keypt skipið, ið hevur havt heimstað hjá Carisma Fish síðan 2008.
- Vit fingu eitt boð frá einum íslendskum felagið, og valdu at taka av hesum boðnum, sigur Arild aarvik, ið er stjóri í felagnum Carisma Fish í Raudeberg.
Skipið liggur nú við bryggju í Raudeberg, og nýggju eigararnir skulu yvirtaka skipið longu í hesari vikuni.
Keypsprísin vildi stjórin ikki upplýsa, men heimasíðan ftj.no veit frá keldum at prísurin liggur um 70-80 mio norskar krónur, tað skrivar skipini.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald