2015-05-17 16:50
Íslendsku skipini, sum í ár hava verið á svartkjaftaveiðu við Føroyar, hava havt góðan fiskiskap. Fiskifrettir skrivaði fyrr í vikuni, at íslendsk skip høvdu veitt 44.736 tons av svartkjafti við Føroyar higartil í ár. 5 skip eru ávegis til Ísland at landa, so helst fer talið uppum 50.000 tons áðrenn vikan er hálvrunnin.
Tey Íslendsku skipini landa fyri tað mesta á Eysturlandinum, eisini eru nakrar lastir frá føroyskum skipun landaðar í Íslandi, tí bíðitíðin hevur verið so long á Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald