2013-08-16 00:14
Íslendingar fáa eisini nógvan makrel, men enn er nógv sild blandað uppí, skrivar Sildavinnslan á heimasíðu síni.
Bardi er á 3. túri - um alt gongur væl, so landar hann í Neskaupstaði um vikuskiftið, Bardi frystir makrelin og sildina umborð.
Í gjár landaði Berki 460 tons í Neskaupstaði og í dag hevur Bjarni ??lafsson landað 400 tons, hjá báðum var 50% makrelur og 50% sild.
Skipini fiska í Hornafjarðadýpinum, men eisini eru nøkur eystur ímóti føroyska markinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald