2014-09-26 19:46
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Íslendingar eru byrjaðir at fiska sild, á Sildavinnsluni í Neskaupstaði hava teir higartil tikið ímóti uml. 3.500 tonsum.
Beiitir landaði fyrr í vikuni 600 tons til SVN og Børkur landar í dag góð 1.000 tons. Børkur fekk sildina út úr Glettingarnesi, tað eru bara 3 tímar at sigla frá Neskaupstaði.
Hjörvars Hjálmarssonar skipari á Børki sigur við SVN.is, at í seinasta háli fingu teir 500 tons, teir tovaðu bara í ein tíma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald