2014-01-14 19:56
Lodnufiskiskapurin á Norðurlandinum er byrjaður. Í gjár landaði Børkur 1.050 tons í Neskaupstaði, Børkur royndi norður úr Langanesi, teir høvdu 5 tov, sum teir fingu tey 1.050 tonsini í.
Lodnufiskiskapurin plagar at taka seg upp á Norðurlandinum, síðani ferðast lodnan á Eysturlandi, haðani á Suðurlandi og endar á Vesturlandinum.
Føroysk skip hava loyvi at fiska lodnu við Ísland, tey plaga at fara avstað, tá ið lodnan kemur á Suðurlandi.
Les eisini: Jaspis, Ametyst og Vesturtúgva landaðu í Havn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald