2014-09-18 23:02
Gamli uppisjóartrolarin Hoffell-2, sum hevur verið heimahoyrandi á Fáskrúðsfirði í mong ár, landaði í gjár útvið 400 tons av makreli og sild á Fáskrúðsfirði.
Teir hava fingið nýtt skip á Fáskrúðsfirði, sum ber navnið Hoffell, øll loyvini hjá tí nýgja skipinum vóru ikki komin uppá pláss, tí fór "Gamli Hoffell" at fiska makrelkvotuna.
Hoffell-2 verður nú endaliga lagdur og stendur á sølulista, og nýggja skipið fer nýggjan túr um vikuskiftið.
Vit tóku hesar myndirnar á Fáskrúðsfirði í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald