2013-10-29 05:24
Breiðafjarðarballið er byrjað tað skrivar heimasíðan hjá Sildaarvinnsluni á Norðfirði.
Tá ið komið er rættuliga út á heystið, plagar sildafiskiskapurin á Breiðafirði at taka seg upp.
Í farnu viku landaði Beitir 1.200 tons á Norðfirði og í dag kom Børkur við 1.000 tonsum av sild, sum er fiskað á Breiðafirði. Hóast longu siglingarleiðina av Breiðafirði á Eysturlandið, so landa øll skipini, sum hoyra til Eysturlandið á Eysturlandinum, mest verður landað á Norðfirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald