Í sambandi við Innkomuvegin, verður nú brúgv gjørd tvørtur um Kringlulvegin í Hoyvík. Talan er um eina størri betongbrúgv, sum skal ganga um Klingruvegin beint norðan fyri býlingin Millum Gilja.
StøðanJuli 2014:Fundamentini eru stoypt. J&K Petersen eru í holt við at byggja upp forskallingskonstruktiónina, sum er úr timbri og stáli. Armeringsarbeiði er so at siga liðugtgjørt. Dragirør eru løgd í brúgvadekkið. Eftir er nú at seta uttara forskallingsvegg upp og stoypa brúgvavangar og sjálvt dekkið. Hetta arbeiðið verður gjørt í einari og somu stoyping. Væntandi fara umleið 300m3 av betongi í hesa einu stoypingina.
Fakta
Byggiharri:Landsverk
Tekniskur ráðgevi:HMP Consult
Arbeiðstakari:J&K Petersen Contractors
Tíðarætlan:Avhending primo august 2014
Kelda: LV.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald