Vinna

Innfluttu fyri 8,1 mia. í 2020. Tað sama sum árið fyri

...

2021-02-16 12:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Samlaði innflutningurin í 2020 er áleið tann sami sum í 2019, og 5% størri enn í 2018. Síðan 2014 er innflutningurin vaksin millum 2 og 10% um árið, men nú er vøksturin steðgaður.

Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 11% í ár. Tað er serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum, so sum innbúgvi og hvítvørum, sum er vaksin.

Tað er eisini innflutt meiri av rávøru til fiskavirking, vørum til byggivinnuna og aðra framleiðslu.

Samlaða innflutta nøgdin av brennievni er vaksin 10% í fjør, samanborið við árið fyri. Samstundis er virðið minkað yvir 300 mió. kr. ella 25%.

Innflutningurin av skipum minkaði 18% og av maskinum og aðrari útgerð var minkingin 6%.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar ??? desember 2019/2020

 januar ??? desembermunur
 20192020mió. kr.%
Tilsamans8.147,68.111,4-36,1-0,4
Tilsamans uttan skip og flogfør7.723,37.762,939,60,5
Til hav- og landbúnað549,6537,3-12,4-2,2
Rávøra til fiskavirking263,1378,5115,443,9
Til byggivirki834,5857,422,92,7
Til aðra framleiðslu1.799,71.917,2117,56,5
Maskinur o.o. útgerð800,5751,1-49,4-6,2
Brennievni o.t.1.251,5934,5-317,0-25,3
Bilar o.o. flutningsfør567,2555,3-11,9-2,1
Til beinleiðis nýtslu1.657,21.831,6174,410,5
Skip, flogfør o.t.424,3348,6-75,7-17,8
Kelda: Hagstova FøroyaVøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkarInnflutningur tilsamansTil hav- og landbúnaðTil byggivirkiTil aðra framleiðsluBrennievni o.t.Maskinur o.o. útgerðBilar o.o. flutningsførTil beinleiðis nýtsluSkip, flogfør o.t.Rávøra til fiskavirking200020012002200320042005200620072008200920102011201220132014201520162017201820192020200020202.0004.0006.0008.00010.0008.111,4 mió. kr.

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder