![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Fyrra hálvár í ár varð innflutt fyri 4,2 milliardir krónur, sum er 300 milliónir meira enn fyrra hálvár í fjør.
Innflutningurin fyrra hálvár er nú gjørdur upp og innflutt varð fyri 4,2 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7,6% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 11%.
Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 150 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 44%.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 12% meira er innflutt av hesum vørum.
Vit hava eisini brúkt meira uppá innflutning av brennievni. Prísirnir hava verið lágir í eina tíð, og eru nú hækkaðir aftur. Tað sæst aftur í innflutningstølunum fyri brennievni. Nøgdin er minkað umleið 11%, meðan virðið er vaksið 17%.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar ??? juni 2020/2021
januar ??? juni | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 3.924,0 | 4.221,9 | 297,9 | 7,6 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 3.699,2 | 4.101,7 | 402,5 | 10,9 |
Til hav- og landbúnað | 239,2 | 253,8 | 14,6 | 6,1 |
Rávøra til fiskavirking | 233,0 | 248,2 | 15,3 | 6,6 |
Til byggivirki | 435,0 | 398,8 | -36,2 | -8,3 |
Til aðra framleiðslu | 846,5 | 906,1 | 59,5 | 7,0 |
Maskinur o.o. útgerð | 350,8 | 504,4 | 153,6 | 43,8 |
Brennievni o.t. | 481,1 | 561,1 | 80,0 | 16,6 |
Bilar o.o. flutningsfør | 268,1 | 281,8 | 13,7 | 5,1 |
Til beinleiðis nýtslu | 845,5 | 947,4 | 101,9 | 12,1 |
Skip, flogfør o.t. | 224,8 | 120,2 | -104,6 | -46,5 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald