Vinna

Innflutningurin minkaði 3% fyrsta ársfjórðing

...

2015-05-19 20:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Samlaði innflutningurin minkaði 41 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 3%

Tað er serliga av lægri oljuprísum, at innflutningurin er minkaður. Vit hava innflutt brennievni fyri 63 mió minni í ár. Tað er ein minking á 24%. Nøgdirnar eru hinvegin farnar nakað upp.

Skipainnflutningurin er eisini minkaður í ár, 34 mió. kr., og haraftrat er minni innflutt í bólkinum maskinur og amboð.

Í øllum hinum bólkunum er vøkstur í innflutninginum. Størsti vøksturin er av tilfari til byggivinnuna. Har er innflutt fyri ein triðing meira enn í fjør. Innflutningurin av akførum er eisini vaksin. Her hevur verði vøkstur nú í fleiri ár og fyrsta ársfjórðing í ár er innflutningurin vaksin 17% í mun til í fjør.

Innflutningurin av vørum, sum í høvuðsheitum fara til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, stendur at kallað í stað. Vit hava innflutt minni av mati, drekka og øðrum ódrúgvum nýtsluvørum, meðan meir er innflutt av klæðum og øðrum drúgvari vørum.

Innflutningurin er dagførdur og útgreinaður í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder