Innflutningurin í fjør minkaði 6% í mun til 2012. Høvuðsorsøkin til hesa minking er, at innflutningurin av skipum og flogførum er minkaður eina hálva mia. kr. Í 2012 vórðu innflutt fyri 1,3 mia. av skipum og flogførum og í fjør fyri 800 mió. Hóast hetta er stór minking, er innflutningurin av skipum framvegis sera stórur, og bert í 2003, tá Norrøna kom, og í 2012 er meir innflutt av skipum enn í fjør. Um vit hyggja at innflutninginum uttan skip og flogfør, er ein lítil vøkstur í innflutninginum á 2%. Tað er serliga innan tveir bólkar, at vøkstur er í innflutninginum. Tað er av tilfari til byggivinnuna og av akførum. Innflutningurin til hav- og landbúnað hevur ongantíð verið so stórur sum í fjør, og er tað alivinnan, sum er vaksin nógv seinastu árini, sum innflytir nógv fóður og tilfar til fóður. Tað blivu innfluttar vørur fyri útvið 400 mió. kr. til hav- og landbúnað í 2013, ein vøkstur á 4%. |
Innflutningurin í 2012 og 2013 var størri enn nakrantíð fyrr. Áðrenn hetta var tað 2007, sum hevði metinnflutning. Samanborið við 2007, var innflutningurin í fjør 700 mió. størri. Tað eru eisini her skip, sum gera stóran mun. Harumframt er tað brennievni, tí teir høgu prísirnir gera, at vit innfluttu fyri útvið 400 mió. meir í brennievni í fjør, samanborið við 2007. Sum vit longu hava nevnt, er alivinnan vaksin nógv seinastu árini, og er tað eisini ein orsøk til tann økta innflutningin í fjør, samanborið við 2007. Tilfar til annan ídnað, rávøra til fiskavirking og vørur til hav og landbúnað eru nógv vaksin, og er hetta fóður, tilfar til fóður og annað til alivinnu, sum gera stóra munin her. Tað er minni innflutt av tilfari til byggivinnuna og av maskinum og amboðum í mun til 2007. |
Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði nógv árini aftaná 2007, tá fíggjarkreppan gjørdi um seg. Seinast innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði, var aftaná 1988. Tá gingu 12 ár áðrenn innflutninguin aftur fór uppum støði frá 1988. Í 2013 var sætta árið, at innflutninguin lá undir støðinum frá metinum í 2007. Tað er tó stórur munur á, hvussu nógv minkingin var í nítiárunum, samanborið við tað, vit síggja nú. Frá 1988 til 1993 minkaði innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu 40%, so tað vóru fimm ár á rað við minking, meðan tað vóru trý ár við minking aftaná 2007, soleiðis at í 2010 var innflutningurin minkaður 15%. Í fjør innfluttu vit fyri 8% minni enn í 2007. |
Dagførdu innflutningstølini eru tøk í hagtalsgrunninum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald