2021-12-26 10:52

Tíðliga í gjárkvøldið varð boðað frá, at innbrot var á Zarepta. Innbrotstjóvarnir høvdu brotið ein rút.
KVF skrivar:
Vakmyndatólini hava givið eina góða ábending um, hvørji tað vóru, sum brutu inn. Fólk komu í tveimum bilum, og løgreglan hevur skrásetingarnummarini á báðum bilunum. Á vakmyndatólunum síggjast eisini fleiri fólk, og løgreglan hevur sett nøvn á fleiri av innbrotstjóðunum.
Eftir øllum at døma vóru tjóðarnir farnir eftir frystigóðsi.
Tey, sum hava brotið inn, verða skuldsett fyri tjóðarí og fyri at gera seg inn á annan mans ogn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald