2014-05-18 00:08
Tað verður navnframi vestmenningurin Ingi Olsen, sum kemur at venja Atlantic Airwaysliðið hjá VÍF komandi kappingarár, tað varð kunngjørt á samkomu á Staðnum fyri løtu síðan, nú Bátafestivalurin verður hildin í Vestmanna.
Ingi hevur nógvar royndir bæði sum leikari og venjari, hann hevur vant VÍF, Neistan og Sóljuna. Seinastu tíðina hevur Ingi arbeitt í Grønlandi og har hevur hann eisini roynt seg sum venjara í bestu grønlendsku mansdeildini.
Henrik Gerster vandi seinasta ár bæði Atlantic Airways- og Elektronliðið, men tað vísti seg at verða ov nógv, tí fekk hann avloysara í Elektrondeildini, men Henrik Gerster stóð á odda hjá VÍF-monnunum, sum eisini komu í finaluna, sum teir tó taptu tepurt ímóti KÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald