2019-01-21 18:13

Í gjár kom Katrin Jóhanna á Miðvág við 300 tonsum av makreli, sí myndir her.
Fyri løtu síðani vóru fyrstu 30 tonsini pumpað úr Katrin Jóhannu og í ein tangabil, sum skuldi flyta makrelin frá skipinum, og inn á Snarfrost.
50 ára gamli Ingi Olsen úr Vestmanna er settur sum virkisleiðari á Snarfrost, sum hevur fingið menningarkvotu saman við Katrin Jóhannu.
Umframt Katrin Jóhannu koma eisini onnur skip at landa til Snarfrost. Eigarin av Snarfrost eigur eisini teir báðar trolarnar Brestir og Vesturleika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald