JN

Illveður: Smyril einasta strandfaraskipið sum siglur

...

2013-11-29 15:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nógvur vindur er í morgun og tí hava øll strandfaraskipini uttan Smyril hava avlýst siglingina.


Smyril skuldi fara av Krambatanga klokkan sjey í morgun, men útsetti fráferðina til klokkan níggju. Smyril verður væntandi á Havnini klokkan 11.15. Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni sigur, at minkar vindurin, sum væntað, so fer tað at eydnast Smyrli at leggja at bryggju.

Teistin hevur siglt í morgun, men klokkan 9.45 avlýsti Teistin fráferðina av Gomlurætt, og siglt verður ikki aftur fyrr enn klokkan 15.45.

Ternan sigldu úr Nólsoy til Havnar í morgun. Men fer ikki útaftur til Nólsoyar fyrr enn klokkan 12.30.

Sam liggur í Klaksvík og siglur aftur til Syðradals klokkan 15.30.

Sildberin og Ritan hava avlýst sínar túrar, og einki verður upplýst nær hesi skipini sigla aftur.

Tað er ringasta veðri ímorgun. Í hvirlunum er tað uppí 35 m/s. Hóast flestu strandfaraskipini hava avlýst í morgun, so koyra bussarnir.

- Tað er ikki so nógvur vindur, at tað hevur verið neyðugt. Var hálka á vegunum, so hevði kanska verið øðrvísi. Men tað eru vit so sloppin undan í morgun, sigur Jens Petur Brattalíð, tað skrivar portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder