| ||
| ||
Illgrunasamt deyðsfall í Tórshavn Færøernes Politi - 2013-11-21 05:07 GMT Politiið fekk í gjárkvøldið kl. 22:52 fráboðan um, at ein 61 ára gamal maður var funnin deyður á bústaði sínum í Tórshavn. Tá løgreglan og sjúkrabilur stutt eftir komu á staðið, gjørdist greitt, at alt ikki var sum tað átti at verða og illgruni er um, at tann 61 ára gamli maðurin ikki er deyður á nátúrligan hátt. Løgreglan hevur í tí sambandi handtikið og skuldsett ein 68 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt av við tann 61 ára gamla mannin. Skuldsetti maðurin skal eftir ætlan í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti seinni í dag. Rættarlæknalig líkskoðan og obduktión av tí deyða manninum verður eisini eftir ætlan framd seinri í dag. Serfrøðingar frá Kriminalteknisku deild hjá Ríkispolitinum og ein rættarlæknii koma til Føroyar í dag, fyri at kannað umstøðurnar nærri saman við politistum frá Kanningardeildini í Føroyum. Tá vit vita nærri, verður nýtt tíðindaskriv sent. Bergleif Brimvík, politikommisserur Sí eisini: >>Knívur gjørt av við mannin í Marknalíð<<
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald