2019-09-26 12:48

Hagarnir í Sørvági skiftast at sleppa hornaseyði á Gáshólm, í átti ??triðingur tørn.
9 seyðir vórðu sleptir í vár, allir komu aftur leygardagin, tá ið teir tóku av.
Teir vóru við frálíka bátinum hjá Pól Sigmund Mikkelsen í Gásadali.
Enn er ongin av veðrunum flettir, men teir meta teir frá 60 til 70 pund, allir javnt góðir.
Rætt verður sett upp á hólminum og seyðurin verður lorðaður niðurav, seyðurin verður ikki heftur, men koyrdur í stórar posar.
Myndir: Jón Eli Ole-Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald