Vinna

Hýra ávegis í meira enn hálvt fjórða ár

...

2014-09-30 17:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Manningin á Atlantsfarinum hevur nú loksins fingið pengarnar, hon átti til góðar fyri ein túr í januar 2011. Formaðurin í Fiskimannafelagnum argast um, at tað skal vera neyðugt at stríðast í fleiri ár fyri, at mynstraðir menn skulu fáa tað, teir av røttum eiga. Málið hevur eisini kostað felagnum eina rúgvu av orku, tíð og pengum, sum reðaríið sleppur undan at gjalda.

20. januar 2011 landaði ídnaðarskipið Atlantsfarið úr Miðvági eina sildalast í Skagen, men ikki fyrr enn fyrst í hesum mánaðinum rindaði reiðaríið seinastu pengarnar, sum manningin átti til góðar fyri túrin, til samans góðar 171.000 krónur.
Tær verða goldnar manningini fyrsta dagin, tá tey trý manningarfeløgini hava funnið út av, hvussu tey skulu býta málskostnaðin.
Peningurin er annars goldin Fiskimannafelagnum umvegis advokatin hjá felagnum, tí tá reiðaríið Northwest Pelagic, ið eigur Atlantsfarið, noktaði at avrokna hýru fyri alla lastina, lat Fiskimannafelagið advokatinum málið sum innheintingarmál, og síðani ársbyrjan 2012 hevur málið ligið í rættarskipanini.
Har hevur tað eydnast mótpartinum at fingið tað í drag, til North West Pelagic tíðliga í summar gav skarvin yvir og boðaði advokatinum há Fiskimannafelagnum frá, at pengarnir fóru at verða goldnir. Kortini gingu so aftur fleiri mánaðir, til tað so veruliga hendi.

 

42 tons hvurvu
Málið snýr seg í stuttum um, at manningin bara var avroknað fyri stívliga 359 tons av teimum sløku 473 tonsunum netto, ið vóru í lastini henda túrin. Skipið hevði nevniliga bert havt kvotu til hesi stívligu 359 tonsini, og tí kundi restin ??? sløk 114 tons ??? ikki avroknast, fyrr enn reiðaríið hevði útvegað sær eyka kvotu. Tá hetta var gjørt við einum kvotakeypi á 123 tons sild frá reiðarínum Framherja, avroknaði danski keyparin, Grenaa Lossekompagni, sambært bókaðu skjølunum 72 tons afturat við Northwest Pelagic ??? 42 tons minni, enn formligi vektarseðilin segði.
Danski keyparin hevur hildið upp á, at tey 42 tonsini vóru farin í svinni, men tað er ósatt, tí tað er próvfast, at hann seldi alla lastina ??? øll tey 473 tonsini ??? víðari til sildaverksmiðjuna Skagerak Pelagic fyri sama prís, 4,30 krónur kilo.
Reiðaríið hevur í sínum lagi hildið upp á, at innvigingin til Grenaa Lossekompagni altíð hevur verið ein álitisspurningur, og at reiðaríið ikki hevur hildið tað verið neyðugt at eftirkanna nakað. Reiðarin hevur sagt, at hann bert er avroknaður fyri tey 72 tonsini afturat, og at um tað ikki er rætt, so er hann eisini vorðin snýttur. 
Tað sjáldsama í hesum er tó, at Northwest Pelagic ikki sjálvt kravdi, at Grenaa Lossekompagni avroknaði fyri øll tey írestandi 114 tonsini, tá tað varð skjalfast, at hetta talið er tað rætta.


Illur formaður
Nú hevur reiðaríið so goldið manningini sítt, men tað er ein hart vunnin sigur, ásannar Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
???Eg fegnist sjálvandi vegna manningina, at hon fær pengarnar, hon eigur, tí tað er tað, sum hevur størsta týdningin. Samstundis hevur hon fingið eina væl uppiborna uppreisn, tí tað er hissini ákærur og skitin orð, hon hevur fingið omanyvir seg frá reiðarínum fyri at ditta sær til at krevja sín rætt.???
???Men samstundis er tað nógv fyri, at vit sum fakfelag skulu brúka fleiri ár at berjast við eitt reiðarí fyri at fáa tað at viðurkenna, at tað skal avrokna samsvarandi innvigingini. Sum felag hava vit brúkt eitt ótal av tímum upp á hetta málið, og advokatrokningina havi eg ikki sæð enn. Men tað nyttar neyvan nakað at senda hana til reiðaríið -  men tað rætta var, at tað var tvungið at rinda allan okkara kostnað, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at vit hava barst við hetta reiðaríið og vunnið, og fleiri onnur mál liggja enn og bíða eftir avgerð í rættarskipanini???, sigur Jan Højgaard.


Kelda: www.fiskimannafelagid.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder