2017-12-10 20:08
Tríggir dystir eru í dag leiktir í Hvonndeildini - StÍF og Kyndil leiktu á Skála, H71 og VB í Hoyvík og Neistin og Stjørnan í Høllini á Hálsi.
Á Skála vann Kyndil stórsigur á StÍF, Kyndil vann 18-32, Kyndil liggur nú á 2. plássi við 20 stigum fyri 12 dystir, StÍF liggur niðast við 1 stigi.
H71 og VB hittust í Hoyvíkshøllini, VB vann 22-26, VB hevur nú 20 stig fyri 13 dystir, tær liggja á 3. plássið í Hvonndeildini, H71 hevur 7 stig, tær ligja nr. 6 í Hvonndeildini.
Neistin tók ímóti Stjørnuni í Høllini á Hálsi, Stjørnan vann tann dystin við trimum málum, úrslitið gjørdist 21-24, Stjørnan hevur nú 8 stig, tær liggja nr. 5 í deildini, Neistin hevur 11 stig og liggur nr. 4 í Hvonndeildini.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald