JN

Hvat hendir við Elektron

...

2014-09-25 04:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Hvat hendir við Elektron - og skulu allar okkara undirskrivtir nú eisini sendast av landinum?
- Milliónir av krónum, vitanartung arbeiðspláss og føroyskir førleikar fossa av landinum orsakað av politiskum kleyvarskapi

Í vikuni bórust boð um, at Elektron hevur stórt hall, og aftur vórðu fólk uppsøgd. Hetta er ein sorgarleikur fyri tey fólk, ið eru rakt. Tað er ein niðurbróting av føroyskari KT-vinnu og føroyskum førleikum, ið hava ment og kundu ment okkara land. Og hetta er alt partur av eini gongd, ið er ein stórur búskaparligur og fíggjarligur missur fyri landið alt og fyri hvønn einstakan føroying.

Tað átti eftirhondini at staðið øllum greitt, at tá ið bankarnir við politiskum vælsignilsi frá landsstýrinum sluppu at senda allar sínar KT-skipanir við peningaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum av landinum, var hetta ein vanlukkulig avgerð.

Ikki færri enn fimm ferðir síðani 2003 hevur Tjóðveldi lagt lógaruppskot fyri tingið, sum kundi steðga avreiðingini av hesum skipanum og kundi havt tryggjað haldgóðar og mennandi skipanir í Føroyum. Men uppskotini hava støðugt verið feld, og ístaðin hevur landsstýrið hjálpt bankunum at avreiða alt av landinum.

Bankarnir og tey skiftandi landsstýrini hava blankt afturvíst øllum grundgevingum, sum Tjóðveldi hevur víst á, og hava ístaðin sagt, at alt fór at vera betri og at fleiri arbeiðspláss og betri tænasta fór at verða hjá føroyska fólkinum.

Men onki hevur hildið, og avleiðingarnar hava verið júst tær, sum Tjóðveldi ávaraði ímóti: Arbeiðspláss, førleikar og peningur eru fossað úr landinum. Tænastan er nógv verri fyri brúkaran og kostnaðurin hækkaður. Og vit hava mist ræðið á hesum tilfeinginum og á trygdini, soleiðis, at fólk og fyritøkur standa á berum og kunnu onga hjálp fáa í Føroyum, tá ið skipanirnar ikki virka ella trygdin verður brotin.

Tað hevur áður verið frammi, at bara sjálv flytingin av KT-skipanunum hjá bankunum hevur kostað upp ímóti 200 mió. kr., umframt at goldnar verða einar 50 mió. árliga niður til danska KT-veitaran í rakstrarútreiðslum. Alt hetta rindar føroyski brúkarin.

Nú er eisini komið fram, at ein skipan við elektroniskari undirskrivt, sum væl kann gerast í Føroyum, eisini skal avreiðast av landinum og leggjast í tað danska "Nem-ID".

Skipan við elektroniskari undirskrivt fer at fáa sera stóran týdning fyri borgaran, vinnuna, tað almenna og alt samfelagið frameftir - og kann skapa nógvar førleikar, arbeiðspláss, inntøkur og vinnu í Føroyum. Men ongin ætlan ella gerð er at hóma frá Landsstýrinum, nú hetta eisini skal gerast uttanlands.

Til tess at varpa ljós á hesa vanlukkuligu gongd, og at fáa vend í tað politiska atgerðarloysið, verður hjáhefti fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Vinarliga

Høgni Hoydal
Løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder