JN

Hvat gjørdi Guð vikuna aftaná syndafallið, triði partur

...

2014-03-24 23:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvat gjørdi Guð vikuna aftaná syndafallið, triði partur

Í kvøld kl. 20 fara vit at hyggja at forsøgnum/profetium, ið Guð gevur í tíðarskeiðinum frá Messias og fram til Jesu afturkomu. Hetta er dagur 5 og 6 í vikuni aftaná syndafallið, eisini nevnt ???heidningatíðin???. Aftaná á steðgin slutta vit av við túsundáraríkinum, sum er í hinum 7. degnum.

Uppruna ætlan Guðs hevur alla tíðina veri at búgva/tjalda saman við menniskjunum, eins og Hann gjørdi í Edens hava. Hendan ætlan er ikki broytt, og vit liva í tíðini, sum bíblian kallar endatíðin, har tey síðstu 7 árini í Dánjal kap. 9. verða gjøgnumførd einaferð í nærmastu framtíð.

Vit fara framhaldandi at hyggja inn í vikuna við eldhuga fyri at finna tað, sum Guð hevur fráboðað til okkara tíð, og um hetta ???friðarríkið???, sum stendur fyri framman. Til tess at skilja hetta, mugu vit fara aftur á tað, ið Jeramia 6. kallar ???fyrndargøtuna??? og ???eydnuleiðina???, og á tað, sum Hebrearabrævið 5. kallar, ???byrjanargrundirnar í Guðs orðum;???

Lat okkum ikki vera, sum elstaráðið í Jerusalem, sum ca.150 ár fyri Krist tóku eina meiriluta atkvøðu, sum gav teimum rætt til at avgera, hvussu Guðs orð skuldi tulkast og leggjast út. ??rslitið var, at teir kendu ikki vitjunartíð sína.

Hvussu er støðan hjá okkum heidningum, nú Jesu seinna koma stendur fyri durum? Kunnu vit við heilugum huga taka undir við sálma 119:105, Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni?

Jesus sjálvur ávarar okkum um at taka alt Guðs orð til okkara. Tað gerst myrkari og myrkari har úti í heiminum, nú Jesus seinna koma stendur fyri durum. Tað, sum Guð hevur sagt er heilagt, vil fúrstin í hesum heimi vanhalga og broyta.

Lat okkum teljast millum tær fimm hygnu brúðarmoyggjarnar, sum høvdu eyka olju á lampuni. Sambært Sálm 119:105, so eru Guðs orð oljan, vit fáa á lampuna, so hon kann lýsa og verða eitt ljós á gøtu okkara, og tað vil føra okkum á mál.

Vit fara í kvøld at hyggja at tí, sum bíbliunnar Guð hevur sagt framman undan um okkara tíð og tann sjeynda dagin, tá Guð aftur skal hvíla frá verki sínum.

Vælkomin til Saron í Sandavági.

Blíðar heilsur

Jákup S. Joensen

Niðanfyri eru nøkur fá vers, sum vísa eina tíð í bíbliuni, har Guð er aftur í heiminum.

Guð kemur aftur í heimin, Zak 14:3-4 Men tá man Harrin halda í bardaga móti hesum tjóðum, eins og tá hann bardist í forðum á orrustudegnum. v4 Á tí degi munnu føtur hansara standa á Oljufjallinum, sum er eystanvert við Jerúsalem; og Oljufjallið skal klovna um tvørt frá eystri til vesturs, so at har verður ovurstórur dalur, tí at annar helmingur fjalsins man víkja til norðurs og hin til suðurs.

Jesus fysiskt tilstaðar í Jerusalem og dømir fólkasløgini (seyða-tjóðir og geita-tjóðir) Matt 25:32-33. Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum, v33og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin v40Og kongurin skal svara og siga við tey: »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.« (Vegna fólk mítt Ísrael síð niðanfyri)

Vit mugu lesa Matt 25 saman við Jóel 3. Allar tjóðir skulu taka støðu, um landið skal blíva deilt Jóel 3:7-8. tá savni eg allar tjóðir og føri tær oman í Jósafats dal; har skal eg døma tær ???vegna fólk??? mítt, Ísrael, arvalut mín, ið teir spjaddu út millum heidningarnar og skiftu sundur land mítt, v8 teir kastaðu lut um fólk mítt, góvu svein fyri skøkju og seldu gentu fyri vín og drukku.

Dýrdartíðin, tá ið Harrin verður kongur. Men øll tey, sum eftir verða av øllum tjóðunum, ið herjaðu á Jerúsalem (t.v.s aftaná dómin Matt 25 og Jóel 3.), skulu ár eftir ár fara hagar at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, og halda LeyvsalahøgtíðinaZak. 14:16

Messias og ríkið Hansara Opb 20:2. Og hann tók drekan, hin gamla ormin sum er djevulin og Sátan, og bant hann fyri túsund ár,

v5Men aðrir deyðir livnaðu ikki uppaftur, fyrr enn hini túsund árini vóru liðin. Hvørji eru hesi, sum ikki fingu lut í fyrru uppreisnini?

Friðarhøvdingin Jes 2:4. Hann skal døma heidninganna millum og gera miklar tjóðir sættar, so at tær úr svørðum sínum smíða plógjørn og víngarðsknívar úr spjótum sínum; tjóð skal ikki bregða svørði móti tjóð, og eingin venja seg til orrustu meira.

Ein temperaturur kring alla klótina og ljóst dag og nátt Zak 14:6-7 Á tí degi verður hvørki hiti, kuldi ella frost; tað verður dagur uttan íhald ??? dagur, sum er Harranum kunnur ??? nátt og dagur skulu ikki skifta; og eisini um kvøldið skal vera ljóst.

Djórini koma í sína røttu sálarstøðu: Tá skal úlvurin búgva hjá lambinum, og pantarin liggja í felagi við geitarlambinum, kálvar, ungljón og alidjór ganga saman, og ein smádrongur skal gæta tey.Á tí degi skulu heidningarnir spyrja eftir rótarkvistinum av Ísai, sum stendur sum hermerki fyri fólkini; og bústaður hans skal verða dýrligur Jes 11. 6-10 l

Deyðin og freistarin er bundin og menniskjuni skulu liva leingi Jes 65:16b-20 tí at hinar fyrru trongdir eru tá gloymdar, fjaldar fyri eygum mínum. v17 Tí, sí, eg skapi nýggjan himin og nýggja jørð, hitt fyrra skal ikki verða mint, og eingin skal huga tað meir; v18men teir skulu fegnast og gleðast um tað, sum eg skapi; tí, sí, til fagnaðar geri eg Jerúsalem og íbúgvar hennara til gleði. v19Eg skal fegnast um Jerúsalem og gleðast um fólk mítt; har skal eingin grátur verða meir og eingin venan. v20Har skal einki barn vera, ið bert livir fáar dagar, ella nakað gamalmenni, sum ikki slítur fullan aldur; hin yngsti, sum doyr, er hundrað ár, og svitast tað, tá man ilt vera biðið yvir hann. v25??lvur skal ganga á beiti saman við lambi, ljónið eta hoyggj eins og neytið, men ormsins føði skal vera mold. Á øllum mínum heilaga fjalli skulu menn einki ilt gera og ongan skaða valda, sigur Harrin

Hin nýggi heimurin, (Ein nýggj vika?) Opb 21:1-2 Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. v2Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder