Hvat gjørdi Guð vikuna aftaná syndafallið í kvøld kl 20.00 í Meinikheitshúsinum Saron í Sandavági.
Í kvøld kl. 20 fara vit at hyggja at forsøgnum/profetium, ið Guð gevur í tíðarskeiðinum frá Abraham og til Messias. Hetta er dagur 3 og 4 í vikuni aftaná syndafallið.
Tað er ein hópur av forsøgnum um Jesu fyrru komu, har Hann skuldi líða og doyggja, og eftir trimum døgum skuldi Hann reisa upp frá teimum deyðu. Í jødiskum skriftum verður hesin nevndur hin líðandi Kristus, Messias ben Jósef.
Eisini fara vit, um tíðin loyvir tí, at hyggja at hvat Guð hevur sagt frammanundan til okkara tíð, og kongin, sum koma skal í heimin, eisini nevndur ???David sonurin??? (Messias ben David). Hesin David sonurin ???rísur upp??? eisini tríggjar dagar seinni/3000 ár aftaná David kong og seks dagar aftaná syndafallið. (Ein dagur fyri Guði sum 1000 ár)
Vit fara at hyggja at Hesum, sum gjørdist ???Hornasteinurin???, sum jødarnir sungu um í sálma 118, og sum er síðsti sálmur jødarnir syngja á Høgtíðini Pesac. Pesac høgtíðin endar klokkan trý seinnapartin og somu tíð doyr Jesus á krossinum. Pesac er høgtíðin har okkara Páskir stava frá. Jesus uppfyllir, tá páska lambið, og gerst hesin hornasteinurin, ???steinurin??? sum smiðirnir vrakaðu, og Yeshua/Jesus er eisini hendan ???frelsan???, sum sungið verður um í sálminum og hendan ???høgra hond??? Guðs, sum hevjað er og sum kraftarverk innir! Og í vers 17 ???Ikki eg doyggja skal, men liva og siga frá gerningum Harrans???.
Guð faðirin hevði skipað fyri hvørjir sálmar skuldu syngjast í samband við hesa stórhending, tá Sonurin skuldi opna vegin hjá mannaættini aftur til Guð. Sálmasettið í jødarnir skuldu syngja verður kalla ???Hallel??? á hebraiskum, og eru tað sálmarnir 113 til og við 118. Vil ráða øllum at lesa hesar sálmar gjølla og grunda yvir dýpdirnar í teimum, havandi í huga tað sum Jesus skuldi útinna á hesi høgtíðini.
Flestu kenna søguna um David og Goliat. Henda søgan er eisini ein skuggamynd av Jesus, tá Hann skal uppfylla ???David sonin???, sum skal frelsa jødiska samfelagið frá ???antikrist??? og inntaka Ísraels kongatrónu.
Standmyndin í Dánjals bók, sum er ein skuggi av ríkið ???antikristusar???, filistarin Goliat, sum er ???høvdið??? á hesum ríkinum, verður felt av einum ???steini???, sum gerst eitt stórt fjall (kongaríkið). Steinurin, kletturin og hornasteinurin er Messias ben David, Hann, sum vit kenna sum Kristus.
Jesus er eisini tann, sum er hin ???andaligi kletturin??? (her enn í andanum), sum fylgdi samkomuni í oyðimørkini. 1 Kor 10:3-4 og ótu allir hin sama andliga mat, v4 og drukku allir hin sama andliga drykk; tí at teir drukku av hinum andliga kletti, sum fylgdi teimum; men kletturin var Kristus.
Kongadømi Kristuar
Eins og David longu var ???salvaður??? at verða kongur, tá Goliat bleiv feldur av einum ???steini???, soleiðis er eisini Jesus ???salvaður??? til eitt kongadømi, ið er beint fyri framman. Áðrenn krýningin ferð fram, kemur Jesus at sláa fíggindar Ísraels og teirra leiðara, sum er Antikristus. Tá kemur Jesus sum ???kletturin??? sjálvur og tekur ???høvdingadømið??? frá Satani, og hesin verður leinkjaður og stoyttur í avgrundina í 1000 ár smb Opb 20. Tá er 1. Mós 3:15 endaliga uppfylt og tað 3 seksdaga kríggið endaliga liðugt.
Í teimum trimum heyst høgtíðunum er m.a eitt brúdleyp, har ???seinni Ádam??? verður giftur við síni Evu. Í høgtíðini Yom Kippur er eisini ein krýning av Messias, har Hann gerst kongur. Tá er Jesus kongur og prestur í einum fysiskum ríkið, sum vit hvønn dag biðja um í ???Faðir vár, tú sum er í Himli. Heilagt verði Navni títt, komi ríkið títt...
Vit fara at hyggja at nøkrum av teimum mongu skriftstøðum til okkara tíð og messianskum lyftum til Ísrael og okkum, har vit eru blivnir samarvingar ígjøgnum Jesus.
Vit vóna síggja mong til framløguna í kvøld. Í steðginum er kaffi við køku, har møguleiki er at seta spurningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald