JN

Hvat gjørdi Guð vikuna aftaná syndafallið

...

2014-03-13 15:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Meinigheitshúsið Saron: - Mamma gjørdi Guð okkum og alt tað vit síggja kring okkum eftur seks døgum? Hvat gjørdi Hann so vikuna aftaná alt var liðugt? Hetta var spurningurin ein smádrongur í Miðvági setti mammu síni aftaná hon hevði fortalt bíbliusøguna um skapanina.

Ein sera góður spurningur má sigast.

Evni er vikan aftaná syndafallið og fyrsta framløgan byrjar í kvøld mánakvøldi 10. mars kl 20.00 í Saron í Sandavági tær næstu 17. mars og síðsta 24. mars kl 20.00. Í steðginum er kaffi við køku, har møguleiki er at seta spurningar.

Vitja Saron á Facebook: Saron ??? Sandavágs meinigheitshús

Ígjøgnum trý kvøld fyri Páskir fara vit at gjøgnum ganga evni ???Hvat gjørdi Guð vikuna aftaná syndafallið, og hvar eru vit stødd í hesi vikuni????

Nógvar kreftir royna at sáa iva um bíbliunnar týdning og sannleika. Ført verður fram, at talan bert er um søgur og manna orð um Guð. Somu fólk hava ongan trupulleika við at trúgva Darwins læru (evolutión), Freud og aðrar falslærarar. Hesar lærur eru beinleiðis ein burturvilling og aftursvar frá fíggindanum til at avnokta Guð sum hin stóri skaparin.

Fundamentið undir framløguni er bíbliunar Guð, Abrahams, Ísak og Jákups Guð sum er upphavið til alt. Hann er Skaparin, sum sigur at fyri Honum er ein dagur sum túsund ár.

Jes. 46:10 Hann er tann, sum boðar frá upphavi endan, Hann kunngerð frammanundan tað, sum ikki var hent. Og Præd 3:15 sigur, Tað, sum hendir, hevur longu verið, og tað, sum fer at henda, hevur longu verið áður; Guð leitar upp aftur tað, sum farið er.

Við øðrum orðum, Guð hevur lagt inn í bíbliuna frásagnir av tí, sum er hent higartil, og hesar søgur og hendingar eru skuggar og forsjónir til komandi hendingar.

Vit fara við Heilaga Andans hjálp at prógva, at tað er ein Guddómur, sum hevur sagt frammanundan týðandi hendingar upp ígjøgnum mannasøguna, og sum hevur sagt frammanundan, hvat úrslitið verður av mannaættini og skaparaverkinum. Hesin hevur eitt fullkomið avriksyvirlit (CV), sum yvir 6 túsund ár vísir, hvør er upphavið til alt, sum til er. Darwin, Freud og teirra líkar hava bert eina teori sum ikki førður á mál.

Sálmur 90:4 sigur soleiðis, ???Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttarvøka ein??? og 2. Pæt. 3:8 ???Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur.???

Í jødiskum skriftum m.a í Talmud verður skrivað, at frá Adam og til Abraham gingu 2 dagar fyri Guði og 2000 ár hjá Menniskjum. Hetta tíðarskeiði verður kallað ???Kaos tíðarskeiði???. Síðan gingu tað tveir dagar hjá Guði og tvey túsund ár hjá menniskjum frá Abraham til Messias. Hetta verður kallað Torah tíðarskeiði. So skuldi tað verða 2 dagar - 2000 ár við Messias. Aftaná tað skuldi endin koma.

Vit fara við Heilaga Andans hjálp at hyggja eftir profetiskum skriftstøðum, hvussu ???vikan aftaná syndafallið??? sær út dag frá degi til Jesus kom 1. ferðina og við eyðmjúkleika nærkast tí, sum Guð hevur sagt frammanundan um okkara tíð. Tveir dagar seinni (Hósea 6:1-2) skal ???hesin??? les Jesus, sum fór aftur á stað sín koma aftur.

Jesu seinna koma er beint fyri framman og her kemur landið Ísrael, endatíðin, antikristus og tann sjeyndi dagurin, 1000 ára friðarríkið inn í myndina. (Í 1000 ára friðarríkinum er Messias aftur á foldum sum kongur og prestur)

Vit fara at prógva tað, sum er sagt frammanundan ígjøgnum profetar, sum vóru Guðs pennar, og sum skrivaðu niður tað, sum Guðs Heilagi Andi álegði teimum, og nær skriftstøðini ganga út.

Vit fara m.a at svara:

· Hví er landið Ísrael "uppreist" frá teimum deyðu (ein oyðimørk sum nú blómar)? Hví eru jødarnir aftur í landinum aftaná 2000 ár í útlegd?

· Hví er tað hebraiska málið uppreist?

· Hví er tað hebraiska myndamálið, sum Móses skrivaði tær 5. Mósebøkurnar, uppreist og umvælt?

· Hví var tað eitt 6 daga kríggj, sum endaði 6/6 1967? (trý sekstøl) Hví vardi tað ikki sjey- ella átta dagar? Higartil hava tvey seks daga kríggj verði í søgu Ísraels. Ein skuggamynd í bíbliuni vísir trý seksdaga kríggj. Nær verður tað triðja?

· Hví er so nógvur fíggindaskapur móti jødafólkinum upp ígjøgnum tíðirnar, og eisini nú aftaná tjóð teirra bleiv "endurfødd ella upprisin" í 1948? (Jødarnir teljast niðanfyri 0.214% av heimsins íbúgvum) Hví stendur allur heimurin og ridlar, tí Islamski heimurin vil gera av við hetta lítla fólk.(profeti um hetta sí sálm 83)

· Hvør er "tann", sum vil deila landið og Jerusalem? (Kjarnulandið Ísrael blívur deilt og er deilt, tá ið Guð / Jesus er aftur á Zion smb. Jóel 3).

· Hvør "grimmur harri" ynskir at seta "seg" á guðafjallið í Jerusalem?

· Hvat "føðist" út av øllum rembingunum í Miðeystri og kring heimin? Rembingar sum veðurlagið, jarðskjálvtar, kríggj, fíggjarligar- og moralskar rembingar og eisini tekin í sól og mána, sum koma í ár og 2015.

Vit fara at grundgeva fyri øllum við hópin av skriftstøðum úr bíbliuni, og vit skulu viðgera orð Guðs gjøgnum Hansara eyðmjúku- og guðsóttandi profetar og ígjøgnum Jesus sjálvan sum á Oljufjallinum profiterar um endatíðina og seinnu komu Sína.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder