2014-03-03 15:30
IN.fo skrivar: Nakað fyri midnátt í kvøld varð stór innrás av politistum í Vestmanna.
Fleiri politibilar og løgreglufólk fóru í eini hús at rannsaka tey og Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur at í húsarannsóknini varð hald lagt á 14 skunkplantur og 13 gróðurkvistar, tað eru spírar, sum er klárir at planta.
Samstundis varð hald lagt á ymisk amboð, sum eru brúkt í hesum sambandi.
Jón Klein Olsen, sigur, at ein 44 ára gamal maður í skuldsettur í málinum.
Hann er ein gamal kenningur hjá løgregluni. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava hótt politistar og tað skal hann í rættin fyri í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald