LV.fo skrivar:
AVTALA: Nú kunnu seljarar heita á ein góðkendan byggikønan í sambandi við sølu av fastogn, sum verður nýtt til privatan bústað. Húsaskoðanin er eitt krav, um seljarin ynskir at tekna eina ognarskiftistrygging.
Tað er Landsverk, sum umsitur húsaskoðanarskipanina og tekur sær av yvirskipaðu uppgávunum viðvíkjandi hesi skipan. Stovnurin hevur nú tilnevnt tríggjar byggikønar, og verða tað hesir byggikønu, ið seljari skal venda sær til, um hann vil hava gjørda eina húsaskoðan av fastognini.
Nýggja skipanin er sett í verk við atliti at skapa brúkaravernd fyri bæði seljara og keypara, í sambandi við keyp og sølu av fastogn til privatan bústað. Við hesi skipan kemur seljari ikki at hefta fyri møgulig fjald ábrek, ið eru fevnd av ognarskiftistryggingini. Somuleiðis kann keypari fara beinleiðis til viðkomandi tryggingarfelag, um fjald ábrek vísa seg seinni, og hesi eru fevnd av ognarskiftistryggingini.
Skipanin virkar soleiðis, at áðrenn sølan fer fram, skal seljari biðja ein góðkendan byggikønan um at gera eina húsaskoðan av fastognini. ??rslitið av hesi húsaskoðan verður skrivað í eina støðufrágreiðing. Við hesi frágreiðing kann seljari so tekna eina ognarskiftistrygging. Seljari skal rinda minst helvtina av kostnaðinum av hesi trygging. Hina helvtina kann seljari biðja keypara gjalda.
Teir tríggir byggikønu húsaskoðararnir eru:
Christian ??stergaard, Sívarsvegur 10, 100 Tórshavn
Elias Hansen, Gróvargøta 20, 513 Syðrugøta
Valbjørn Dalsgarð, Rygsgøta 20, 160 Argir.
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, handar Christiani ??stergaard í Havn tilnevningina sum byggikønur húsaskoðari
.......og her fær Elias Hansen úr Syðrugøtu handað tilnevningina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald