2020-09-12 10:33

??viðkomandi bilferðsla verður ikki longur loyvd í Húsahaga
Eftir 1. oktober verður ikki longur møguligt hjá ørindaleysum at koyra við bili niðan í Húsahaga, har eitt nú vindmyllulundin hjá SEV er staðsett. Bummur verður settur fyri við byrjanina av vegnum, sum førir niðan í hagan, soleiðis at bert tey, ið hava arbeiðsørindi í haganum, sleppa niðan.
Avmarking av atgongdini til hagan var partur av uppruna avtaluni um hagan við Búnaðarstovuna, og hetta stig verður so tikið nú, fyri at avmarka ørindaleysari ferðslu í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald