
Vit hava hoyrt nakað um næsta tín. Ja, ikki bara tín, men um næstarnar hjá nógvum øðrum eisini.
Um onki hendir nú og skjótt, so fer næsti tín kanska ikki at klára tað, til summarið kemur, ella ikki so frætt sum nakrar vikur fram.
Næsti tín eitur kanska David, Anne, Pauline, Jeremy, Sofia, Nadeen ella Jaden.
Í Bíbliuni verður Jesus spurdur, hvør næsti okkara er. Hann sigur frá miskunnsama samverjanum, sum hjálpti næsta sínum, einum manni, ið búði langt frá har, hann búði, og var av einum fólki, hann onki persónligt samband hevði við.
David, Anne, Pauline, Jeremy, Sofia, Nadeen ella Jaden búgva ikki í Føroyum. Tey búgva í Kenya, Yemen, Somalia og Suðursudan.
ST er nú komið við eini frágreiðing, ið sigur, at møguliga 20 milliónir menniskju fara at líða hungur vegna tann ringasta turkin í manna minni. Men flest fólk vita onki um hetta.
Barnamissiónin er í Lokichoggio í Kenya, við marki til Suðursudan. Har hóttir tann oyðandi turkurin menniskjalív.
Gev næsta tínum 250 kr. Tað gevur familju hennara mat í ein mánaða. Ella gev 50 kr. Men ger okkurt, tí næsti tín svøltar. Og nú kanst tú gera okkurt við tað.
Ynskir tú at geva, vinarliga viðmerk: Mathjálp til Afrika
kontonr.: Skandinaviska Barnamissiónin.
Postgiro; 9870-4310471
Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7
EIK: 9181-120.980.0
BankNordik: 6460-101.594.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1
Skandinaviska Barnamissiónin
við Jesusi - fyri børnini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald