Politikkur

Hugaligur borgarafundur í Kollafirði

...

2014-01-22 17:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bygdarhúsið í Kollafirði var fullsett í gjárkvøldið, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti borgarafundin. Á fundinum luttók stórur partur av býráðsmanningini og umboð fyri umsitingina, sum løgdu fram um tað, ið varð sett á skrá, eitt nú vetrarfriðing, friðkan, útstykking, miðstaðarætlan, bussleið, barnagarð og tilboð til ung.


Stórur áhugi og stór frøi var um ætlaðu útstykkingarnar í Homrum og á Lygnesi, eins og stórur áhugi var fyri miðstaðarætlanini, sum fleiri høvdu ymisk uppskot um. Miðstaðarætlanin verður viðgjørd í løtuni, so øll góð hugskot vóru kærkomin. Bussleiðina fæst aldri full semja um, men batar eru ávegis og og aðrar broytingar verða møguliga gjørdar í komandi sáttmálaskeiði.

Nýggjur barnagarður var dúgliga viðgjørdur, eins og tilboð til ung í bygdini. Nógv tíð fór til komandi vetrarfriðingina, sum er eitt sera stórt mál, bygdin er stór og sera long, og kostnaðurin av eini vetrarfriðing er stórur. Men eisini her var stórur vilji at finna loysnir.

Góður hugur var at tosa um bygdavegirnar, um illa lýddar vegabungur og ferðsluforðingar, men móti endanum fór mesta tíðin við at viðgera vantandi virðing fyri gomlu staðarnøvnunum. Her var breið semja um at gera eitt arbeiði fyri at varðveita staðarnøvnini og fáa skil á skeltingina.

Kelda: torshavn.fo

Fleiri smámál vórðu loyst á staðnum, og tá klokkan var farin av 22 kundi ein vælnøgdur borgarstjóri takka fyri avbera góðan fundarsið, nógvar góðar, hugaligar og ofta skemtiligar viðmerkingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder