Ítróttur

HSF havt aðalfund

...

2014-06-08 16:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár hevði Hondbóltssamband Føroya aðalfund.Flestu feløgini vóru umboðaði og vóru formaðurin og tveir nevndarlimir fyri vali. Kristian Johansen stillaði uppaftur og var afturvaldur til formann. Egill Steintórsson var afturvaldur sum nevndarlimur, meðan Sigvør Matras ikki stillaði uppaftur. Í hennara stað var valdur Bogi Jacobsen úr SÍF/Søljuni. Varalimir vóru vald Eiler Einarsson og Sigvør Matras.

Formaðurin greiddi frá farna kappingarárið, samstundis sum kunnað varð um ætlanir til komandi kappingarár. Annars vóru smærri viðtøkubroytingar viðtiknar í sambandi við broyting av roknskaparárinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder