A-landsliðið hjá monnum vann venjingardystin í kvøld móti H??J, ið spælir í næstbestu donsku deildini. ??rslitið gjørdist 31-20 til Føroyar.
Føroyska verjan stóð sum ein brandur, ið gav fleiri skjótálop, bæði í fyrstu- og aðru bylgju. Hinuvegin haltaði í álopsspælinum. Tað sást, at allir spælararnir ikki kenna hvønn annan nóg væl enn.
Manslandsliðið fór til Danmarkar sunnudagin og í morgin gongur leiðin víðari til Italia, har tríggir HM-undankappingardystir bíða.
Føroyar spæla ímóti Ukraina hósdagin, Rumenia fríggjadagin og Italia leygardagin.
Føroyar eru í bólki 3 í undankappingini. Tað eru samanlagt seks bólkar. Teir seks bólkavinnararnir fara víðari til ???play off ???dystir um at koma til sjálvt HM-endaspælið.
Dystirnir hjá Føroyum verða allir stroymdir. Leinkja til dystirnar verður løgd út á Facebook-síðuna hjá HSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald