Vinna

Hoyvík hevur rakt við makrel

...

2021-06-12 20:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hoyvík sum fór á makrelveiðu fyri nøkrum døgum síðani hevur nú rakt við makrel, tað upplýsur reiðarin og skiparin Hans Andrias Kelduberg fyri jn.fo.

Hans Andrias sigur, at teir hava seinastu tvey hálini fingið makrel, og vóru tað 50 og 80 tons í teimum. Støddin á makrelinum liggur um 400 gramm.

Gøtunes fór fyrr í kvøld av Kollafirði og á veg suður á felti. Tummas T og Tróndur í Gøtu hava loyst av Kollafirði fyri løtu síðani.

Finnur Fríði og Høgaberg eru á veg á Kollafjørð, og fara síðani á makrelveiðu.

Føroyska makrelkvotan fyri 2021 er 167.048 tons samsvarandi 19,6% av mest loyvdu veiðu á 852.284 tons, sum strandarríkini samdust um 4. desember 2020.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder