Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Hósdagin 2. oktober 2014 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn verður latin.
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens
Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.
Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Heri ??lason Dam, vald av býráðnum, Vár í ??lavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.
Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnir við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.
??ll eru vælkomin
Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 2. oktober, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. ??ll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Til ber at lesa meira um mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á heimasíðu Býarbókasavnsins www.bbs.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald