Ítróttur

Hondbóltur U20: Føroyar tapti ímóti Ísrael

...

2014-04-06 00:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HSF: Føroyar skuldi spæla upp til sítt besta fyri basa Ísrael í dag. Tað gjørdu vit ikki heilt. Ísraelittar vóru kvikari, aggressivari og eksplosivari, tá vit so gera ov nógvar feilir blivu vit straffaðir.

 

Føroyingarnir høvdu fleiri góðar løtur í dystinum, men ísraelska liðið tóktiskt at hava fleiri streingir at spæla uppá. Føroyski málverjin stóð væl og kom eisini á málskjúttarlistan, tá hann fangaði ísraelska málverjan á skeiva beininum. Føroysku vengurnir Allan, Rasmus og Julian fingu fleiri góð mál. Endaliga úrslitið bleiv 30-23

Í morgin spælir føroyska liðið ímóti Luksemburg kl. 16.15 føroyska tíð.
Málskjúttar vóru:
Allan Norðberg 6
Julian Olsen 4
Rasmus Gullfoss 4
Eirikur Simonsen 3
Kjartan Johansen 2
Tóraldur Kollsker 1
Áki Egilsnes 1
Hilmar Leon Jakobsen 1
Jónas Djurhuus 1

Tóraldur 31 prosent

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder